Nils Ohrt

“Ikki minst tær stóru myndirnar hava ein heilt symfoniskan dám við satsum, høvuðstema og síðutema, har eitt stórfingið drama blíðkast av einum lýriskum og hóvligum tema móti endanum, júst sum í tónleikaverki fyri stórt orkestur. Á tann hátt er musikaliteturin í list hansara í ætt við tann, vit kunnu uppliva í føroysku náttúruni við hennara tutlandi áarløkum og sjóandi fossum og stuðlað í bassinum av hvøllum brimljóði”. 

Anne Lie Stokbro

“Verkini eftir Bárð Jákupsson eru abstraksjónir yvir nakað, sum einaferð er sansað, nakað, ið einaferð er sannað, men tey eru – nú í teimum seinnu verkunum - sjónir í fullum blóma. Tey eru innaru sjónir, ið lata seg upp fyri áskoðaranum uttan kortini at ávísa neyvt hvørjari rás ein skal fylgja til tess at náa inn til ‘meiningina’ við verkinum”.

Peter Michael Hornung

“Orkumikla og ramliga málningalag hansara kann við fyrsta eygnabrá tykjast abstrakt, men bæði tann sterki organiski liturin og tey rýtmisku strokini benda aftur á ta náttúru, hann hevur uttan um seg dagliga. Bæði tí hann kennir føroyska myndlist og ber kunnleika um hana víðari – og í egnu list síni – er hann ein týdningarmikil persónur í føroyskum mentanarlívi”.